Brunaeftirlitið kært Sørvágs kommunu

Brunaeftirlitið kært Sørvágs kommunu
Kommunala eftirlitið hevur fingið kæru um Sørvágs kommunu, sum ikki svaraði Brunaeftirlitinum, um innlit í byggiloyvið til farstøðina á flogvøllinum
Brunaumsjónin vil hava innlit í byggiloyvið til farstøðina hjá Vága floghavn
Mynd: awinther.fo  
 
05.02.2015 - 08:36

Sørvágs kommuna varð fyrst kærd til Løgtingsins umboðsmann fyri ikki at svara einari umbøn frá Brunaeftirlitinum um innlit í byggimálið hjá P/f Vága Floghavn.

Ein ráðgevi hjá Sørvágs kommunu, felagið Notir, gav - fyri kommununa - Vága Floghavn loyvi til at brúka nýggju farstøðina, uttan at Brunaeftirlitið frammanundan hevði havt høvi til at sýna bygningin.

Brunaeftirlitið bað Sørvágs kommunu um at sleppa at síggja byggiloyvið og nýtsluloyvið, sum kommunan gav Vága Floghavn.

Tá Brunaeftirlitið ikki fekk svar, kærdi hon Sørvágs kommunu til Løgtingsins umboðsmann.

Løgtingsins umboðsmaður viðgjørdi tó ikki kæruna, men sendi hana víðari til Kommunala eftirlitið.

Løgtingsins umboðsmaður sigur, at Kommununala eftirlitið kann áleggja Sørvágs kommunu at geva Brunaeftirlitinum umbidna innlitið í skjølini, sum Brunaeftirlitið skal brúka fyri at røkja sína lógarfestu uppgávu.  

Sambært Brunaeftirlitinum skal tað góðkenna brunatrygdina í farstøðini á flogvøllinum. 

Men tað bar ikki til, tí P/f Vága Floghavn fekk loyvi frá Sørvágs kommunu at brúka farstøðina, uttan at Brunaeftirlitið fekk høvi at gera sítt sýn. Og hetta sýnið hevur framvegis ikki verið, nú farstøðin er brúkt í meira enn hálvt ár.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 30. januar
Morgunlestur hósdagur 30.januar 2025
186658
Mikudag 29. januar
Skratsj 29. januar 2025
187050
Mikudag 29. januar
Morgunlestur mikudagur 29.januar 2025
186657
Mikudag 29. januar
LEITISSTEIN 28.01.2025 (Tjant)
187008