Grunnabarð á veg til lands

Grunnabarð á veg til lands
Grunnabarð er nú á veg til lands eftir at skipið fór at leka á fiskileið sunnanfyri seinnapartin í gjár. Brimil og onnur skip eru hjá Grunnabarði
Grunnabarð er nú á veg til lands eftir at skipið fór at leka á fiskileið sunnanfyri seinnapartin í gjár. Klokkan fimm vóru skipini 45 fjórðingar suður úr Sumbiarenda
 
03.02.2015 - 08:36

Brimil er hjá Grunnabarði, men tey hava nakrar tímar eftir enn til lands, tí ferðin er bara fýra-fimm fjórðingar. Ættin har á leiðini er norðan, 12 m/s.

Klokkan fimm vóru skipini 45 fjórðingar suður úr Sumbiarenda, upplýsir Sjóbjargingarstøðin. Grunnabarð var suðuri móti markinum, tá hann fór at leka seinnapartin í gjár.

Onnur skip, sum vóru har á leiðini, vóru skjótt hjá Grunnabarði, og í nátt var Brimil hjá teimum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 29. januar
Skratsj 29. januar 2025
187050
Mikudag 29. januar
Morgunlestur mikudagur 29.januar 2025
186657
Mikudag 29. januar
LEITISSTEIN 28.01.2025 (Tjant)
187008