- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nú er koyrandi aftur um Sandavágsháls
Nú er koyrandi aftur um Sandavágsháls
Maskina hjá Landsverk steðgað upp á Hálsinum í Sandavági
31.01.2015 - 09:25
Maskina hjá Landsverk hevur verið uppsteðgað í fleri tímar á Hálsinum í Sandavági, men nú er koyrandi aftur.
Løgreglan boðaði í morgun frá, at ein gravimaskina hjá Landsverk var uppsteðgað á Hálsinum í Sandavági og hevði ongi ljós.
Tað er eisini nógv jarðrok á staðnum, so heitt verður á bilførarar um at vísa varsemi tá koyrt verður har.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV