- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tvey aðalráð viðgera trygdina á Norðurpólsleiðini
Fólk úr Mentamálaráðnum og Fiskimálaráðnum eru við, nú trygdin í Arktis verður greinað.
Arbeiðið byrjaði í fjør og er komið væl áleiðis.
Føroyar eru við í samskipandi bólki.
Í samráði við føroyskar myndugleikar avgjørdi danska Verjumálaráðið at hava hoyringarfund í Føroyum í fjør.
Men valið í Grønlandi gjørdi, at fundurin varð útsettur til mars í ár, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, í svari til Bill Justinussen, løgtingsmann.
Øll aðalráðini í bólki
Tá frágreiðingin “Føroyar - eitt land í Arktis. Møguleikar og avbjóðingar” varð gjørd í 2012 og 2013 varð settur bólkur við fólkum úr øllum aðalráðum.
Hesin bólkur hevur fund eina ella tvær ferðir um árið við tí endamáli at styrkja samskiftið og samstarvið millum aðalráðini um arktiska arbeiðið.
Løgmansskrivstovan hevur harafturat regluligt samskifti við danskar myndugleikar um viðurskifti á Norðurpólsleiðini, millum annað um trygd og tilbúgving.