- Tíðindi, mentan og ítróttur
51 m/s: Øll koyring hjá Bygdaleiðum steðgað
51 m/s: Øll koyring hjá Bygdaleiðum steðgað
Strandferðslan hevur steðgað allari koyring hjá Bygdaleiðum, nú vindferðin er komin upp í 51 metrar um sekundið
12.01.2015 - 10:41
Allir bussar hjá Bygdaleiðum er fyribils settir vegna veður, boðaði Strandferðslan frá á heimasíðuni hjá stovninum, ssl.fo, fyri løtu síðan.
Avlýsingarnar koma í kjalarvørrinum á ringu veðurforsøgnini, tær ymisku veðurstovurnar hava boðað frá fyri meginpartin av landinum.
Klokkan 10:34 vóru hvirlur í Skopun upp í 51 m/s. Enn er ikki greitt, nær Bygdaleiðir taka koyringina uppaftur, sambært Strandferðsluni.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV