Grein 19 innkallingar útsettar

Grein 19 innkallingar útsettar
Tað verður ikki fyrr enn síðst í januar, at grein 19 nevndin hjá løgtinginum, sum kannar Eik Grunnin og eftirlitið við grunninum, fer at spyrja fólk
Grein 19 nevndin, ið kannar Eik Grunninum og eftirlitið við grunninum, fer seinast í januar at senda út innkallingar til 10 fólk, ið skulu hoyrast

10.01.2015 - 09:20

Tey 10 fólkini, ið skulu hoyrast í samband við kanningina av Eik Grunninum og eftirlitið við grunninum, fáa mánadagin bræv frá Grein 19 nevndini hjá løgtinginum, ið er sett at kanna viðurskiftini.

Nevndin avgjørdi mánadagin, at hon vil hoyra tíggju fólk fyri at fáa málið lýst sum best. Nevndin ætlaði at biðja fólkini koma á fund í viku fýra, sum byrjar 19. januar, men hetta er nú útsett til 28., 29, og 30. januar.

Kunnu ikki bera seg undan

Sambært viðmerkingunum til stýriskipanarlógina kunnu fólk, hvørki alment lønt ella onnur, sum fáa boð um at koma at svara spurningum hjá einari grein 19 nevnd, ikki nokta.

Í viðmerkingunum stendur millum annað, at er neyðugt at fáa fram upplýsingar frá privatum, sum draga seg undan, ber til at byrja rættarmál við kravi um, at tann privati verður dømdur at útflýggja ella greiða frá.

Nakrir teirra, sum Grein 19 nevndin ætlar at spyrja, eru stevndir. Rættarmálið byrjar ikki fyrr enn eftir, at Grein 19 nevndin er liðug við sína frágreiðing, og tí kann tað møguliga koma teimum aftur um brekku, um teirra frágreiðingar standa í frágreiðingini hjá Grein 19 nevndini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV