- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ikki samd um nýggjar sáttmálar
Ikki samd um nýggjar sáttmálar
Semja fekst ikki í gjár um nýggjar sáttmálar til limirnar hjá Starvsmannafelagnum, ið arbeiða hjá Posta og Føroya Tele
09.01.2015 - 12:22
Føroya Arbeiðsgevarafelag og Starvsmannafelagið blivu ikki samd á samráðingarfundinum í gjár um nýggjar sáttmálar um limirnar hjá Starvsmannafelagnum, sum arbeiða hjá Posta og Føroya Tele.
Partarnir handaðu hvørjum øðrum sáttmálakrøvini síðst í november, og nakrir fundir vóru fyri jól. Miðað varð eftir at fáa samráðingarnar lidnar fyri jól, men tað eydnaðist ikki.
Báðir sáttmálarnir vóru galdandi til 1. januar, men arbeitt verður eftir teimum, so leingi samráðingar eru. Partarnir hittast aftur týsdagin.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV