- Tíðindi, mentan og ítróttur
Samráðingar tiknar uppaftur
Partarnir handaðu hvørjum øðrum sáttmálakrøvini síðst í november, og nakrir fundir vóru fyri jól. Miðað varð eftir at fáa samráðingarnar lidnar fyri jól, men tað eydnaðist ikki. Báðir sáttmálarnir vóru galdandi til 1. januar, men arbeitt verður eftir teimum, so leingi samráðingar eru.
Føroya Tele og Posta eru at meta sum privat arbeiðspláss, og í teimum sáttmálum, sum Vinnuhúsið gjørdi við fakfeløg á privata arbeiðsmarknaðinum í fjør, var lønarhækkingin 1,98 prosent fyrra árið og 2,25 prosent seinna árið.
Og tað er karmurin hjá Arbeiðsgevarafelagnum í samráðingunum nú. Starvsmannafelagið upplýsir ikki, hvussu nógv, tað krevur í lønarhækking. Samráðingarnar vórðu tiknar uppaftur klokkan hálvgum tvey í dag.