- Tíðindi, mentan og ítróttur
Mælir til styrkt norðurlendskt samstarv
Tað er Michael Bøss, professari við lærda háskúlan í Aarhus, sum í eini kronikk í danska dagblaðnum, Politiken, mælir til økt samstarv ímillum londini.
Fyrrverandi norski uttanríkisráðharrin, Thorvald Stoltenberg, mælti í heyst til at seta niður skjóttarbeiðandi nevnd, sum skal koma við uppskoti um, hvussu Norðurlond kunnu skipa tættari samstarv og verja hvønn annan, skrivar knr.gl.
Hetta hendir eftir eitt nú kreppuna í Russlandi, sum hevur elvt til størri frástøðu til Vesturheimin. Í nevndini skulu umboð fyri Føroyar og Grønland eisini vera, skjýtur Michael Bøss upp.
Økt samstarv týdning fyri londini
- Eg haldi, tað hevur týdning, at Danmark er við í slíkum samstarvi fyri at umboða Ríkisfelagsskapin. Tí er tað eisini best at Føroyar og Danmark taka lut í nýggju nevndini, soleiðis at tey kenna ognarskap í nýggja uppskotinum, sum nevndin skal gera.
- Tey fara jú, saman við Íslandi, at vera centralt placerað í útjaðaranum av útnorði, tað vil siga í Norðuratlantshavi og Arktis, skrivar Michael Bøss í kronikkini í Politiken.
Tætt samstarv ímillum norðurlond, og eisini Føroyar og Grønland, fer tó ikki at skapa størri frástøðu til Russland, hevur Stoltenberg staðfest.
Hinvegin eigur tað at skapa størri samstarv við russiska forsetan, Vladimir Putin, um felags áhugamál í norðurlondum og artisku økjunum í Norðuratlantshavi, skrivar knr.gl