- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eingin ætlan um góðkendan tyrlupall í Sandoynni
Loftferðslumyndugleikarnir góðkenna ikki tyrlupallin í Skopun. Hann verður tí ikki brúktur til ferðafólkaflutning, men til sjúkraflutning til dømis. Tíggju tyrlupallar í Føroyum verða brúktir til ferðafólkaflutning. Átta teirra eru góðkendir.
Arbeitt verður við at fáa viðurskiftini í rætt lag fyri hinar báðar pallarnar, sigur Jørgen Niclasen. Tyrlupallurin í Skopun og hansara líkar verða ikki riknir sum tyrlupallar og eru tí ikki fráboðaðir donsku loftferðslumyndugleikunum sum tyrlupallar í rakstri.
Kunnu brúka onnur støð til lending
Jørgen Niclasen sigur í svari sínum, at tá flogið verður til støð, har sum eingin almennur tyrlupallur er og talan er um aðra flúgving enn regluliga almenna loftferðslu, hevur tyrluskiparin loyvi til at brúka annað stað til lending.
Tað er á hesum loyvisgrundarlagnum, at til dømis sjúkraflutningur við tyrlu verður røktur. Um Fiskimálaráðið, Vinnumálaráðið ella annar myndugleiki mælir til at raðfesta tyrlupall í Sandoynni, kann slíkt tilmæli takast við, tá fíggjarlóg verður gjørd, sigur Jørgen Niclasen.
Hann sigur eisini, at Landsverki kunnugt hava ongar hættisligar støður verið í sambandi við tyrluflúgving til Sandoynna. Landsverk veit heldur einki um, at serlig frágreiðing er gjørd um lendingarviðurskiftini hjá tyrlum í Sandoynni, sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður.