- Tíðindi, mentan og ítróttur
Dómur um pensjón útsettur
Dómarin hevur biðið um útsetingina, og samstundis hevur hann heitt á partarnar um at útvega sær nøkur skjøl afturat, ið hann metti manglaðu, áðrenn dómur verður sagdur. Tí er dómur í málinum fyribils útsettur til 23. januar, skrivar in.fo.
Óli Jacobsen hevur stevnt Føroya Fiskimannafelag, eftir at felagið tók pensjónina frá fyrrverandi formanninum. Fiskimannafelag ákærdi Óla Jacobsen fyri at verða illoyalur, eftir at hann, eftir teirra tykki, vitnaði fyri reiðarafelagið og ímóti Fiskimannafelagnum í einum rættarmáli.
Málið um pensjónina var fyri í Føroya rætti í desember mánaði. Dómur skuldi fella 5. januar, men er nú útsettur fyribils til 23. januar, skrivar in.fo.