Skulu sigla jóladag

Skulu sigla jóladag
Arbeiðssteðgurin hjá manningarfeløgunum er óheimilaður og eigur ikki at vera settur í verk, sigur Fasti Gerðarættur
 
23.12.2014 - 18:27

Fíggjarmálaráðið kærdi fráboðanina hjá manningarfeløgunum um at tey noktaðu limunum at sigla sum manning við skipunum hjá Strandferðsluni jóladag. Feløgini søgdu, at ongin semja var um lønina fyri siglingina jóladag.

Og seint seinnapartin kom so gerðarætturin við sínum úrskurði. Gerðarætturin sigur, at fráboðanin hjá manningarfeløgunum at nokta limunum at sigla við strandfaraskipunum jóladag er brot á friðarskylduna og er eitt óheimilað stríðsstig.

Gerðarætturin sigur, at friðarskylda er galdandi í sáttmálatíðarskeiðnum. Hendan friðarskyldan bindir partarnar til ikki at taka stríðsstig um mál, sum kunnu reisast í fasta ferðarrætti sum tulkingarmál. Og hesin spurningurin um jóladag er júst ein tulkingarspurningur, sum kann reisast í gerðarættinum sum tulkingarmál.

Gerðarætturin var kortini ikki samdur um úrskurðin og býtti seg í ein meiriluta og ein minniluta.

Minnilutin, Vígdis Johannesen, heldur, at hóast friðarskylda er galdandi, so hava partarnir rætt at taka stríðsstig, tá arbeiðsgevarin í sáttmálatíðarskeiðnum við sera stuttari freist setur í verk munandi broytingar í arbeiðsskylduni. Og tí metir Vígdis Johannesen, at stríðsstigið hjá manningarfeløgunum er heimilað.

Í meirilutanum í gerðarættinum eru Guðrið Joensen og Leivur Michelsen.

Hóast gerðarætturin er komin til ta niðurstøðu, at fráboðanin hjá manningarfeløgunum er óheimilað, so merkir tað ikki, at manningarnar ongan hava rætt til yvirtíðarløn jóladag. Tann spurningin hevur gerðarætturin als ikki tikið støðu til.

Guðrið Joensen, gerðarættardómari, sigur við Kringvarpið, at partarnir hava møguleika at senda tann spurningin til gerðarættin sum tulkingarmál, um teir hava hug til tað.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV