Kanna møguleikar fyri aling á Sandsvág

Kanna møguleikar fyri aling á Sandsvág
Marina Harvest Føroyar kannar í løtuni møguleikarnar at ala laks á Sandsvág. Fyribils verður kortini eingin fiskur í aliringunum
Marine Harvest kannar í løtuni møguleikarnar at ala laks á Sandsvág. Ein ringur er lagdur út, og skal liggja har í vetur, fyri at fáa greiðu á, um veðurlagið á Sandsvág er hóskandi til aling
Mynd: Tilvildarlig savnsmynd  
 
18.11.2014 - 11:05

<p>Marine Harvest Føroyar hevur lagt ein aliring út. Fyribils verður eingin fiskur koyrdir í aliringin, tí veturin skal vísa, um til bera at ala í økinum ella ikki, sigur stjórin í Marine Harvest Føroyar, Hans Jákup Mikkelsen.</p>

<p>Tað er nakað síðani at aliringurin kom til Sands, og síðani er hann gjørdur klárur, og nú er hann lagdur út. Tað er harðført á Sandsvág, tí vestanvindurin kann vera tráður. Tí verður eingin fiskur koyrdur í aliringin, fyrr enn greiða er fingin á, um ringurin heldur til harðbalna veðurlagið.</p>

<p>Ringurin, sum er lagdur út á Sandsvág, er 120 metrar í ummál og 38 metrar í tvørmát. Heldur hann í vetur, so verður fiskur settur út, sigur Hans Jákup Mikkelsen, stjóri í Marine Harvest Føroyar.</p>

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 24. apríl
Vinur mín í Vínlandi
191047
Hósdag 24. apríl
Eitt korter við jazzi 24. apríl 2025
191041
Hósdag 24. apríl
Góðan morgun Føroyar
191037
Hósdag 24. apríl
Morgunlestur hósdagur 24.apríl 2025
190970
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946