- Tíðindi, mentan og ítróttur
Umbyggingin kostar 13,6 mió. kr.
Umbyggingin kostar 13,6 mió. kr.
Arbeiðið at umbyggja bygningin hjá Starvsmannafelagnum skal verða liðugt fyri jól næsta ár
10.11.2014 - 08:39
Tað fer at kosta Starvsmannafelagnum 13,6 mió. kr. at umbyggja bygningin í Vørðsluni í Havn, sum Tiltaksgrunnur felagsins keypti frá landsstýrinum í fjør, og klæða gamla bygningin hjá felagnum.
Talan er um annan bygningin, sum Sjónvarpið var í.
Fýra tilboð komu upp á arbeiðið.
Eysturlon lægsta tilboð
Eysturlon á Velbastað hevði lægsta tilboðið, slakar 13.6 mió. kr.
Starvsmannafelagið er farið undir samráðingar við Eysturlon. Gongur eftir ætlan verður sáttmáli um arbeiðið undirskrivaður seinni í hesum mánaðinum.
Ætlanin er, at arbeiðið skal byrja longu 1.desember og verða liðugt fyri jól næsta ár, upplýsir Starvsmannafelagið.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV