Miðsavna landsfyrisitingina í 2016

Miðsavna landsfyrisitingina í 2016
Løgmansskrivstovan sigur, at nú verður uppskot gjørt um gera tillagingar í bygnaðinum
 
10.11.2014 - 08:48

Tað verður ikki fyrr enn í 2016, at farið verður undir at miðsavna landsfyritingina, so tær fimm milliónirnar, sum ætlanin var at spara næsta ár, verða ikki spardar fyrr enn í 2016.

Tað hevur Fíggjarnevndin fingið at vita frá Løgmansskrivstovuni, nú fíggjarlógin fyri 2015 er til viðgerðar í nevndini.

Løgmansskrivstovan sigur, at nú verður uppskot gjørt um gera tillagingar í bygnaðinum, grundað á hoyringarnar, sum hava verið. Síðani skal landsstýrið at taka støðu. Ein avbjóðing er at fáa til vega høli. Tann spurningurin er ikki loystur enn.

Men, leggur Løgmansskrivstovan afturat, okkurt um ein millión varð spard, tí Innlendismálaráðið varð niðurlagt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 30. januar
Morgunlestur hósdagur 30.januar 2025
186658
Mikudag 29. januar
Skratsj 29. januar 2025
187050
Mikudag 29. januar
Morgunlestur mikudagur 29.januar 2025
186657
Mikudag 29. januar
LEITISSTEIN 28.01.2025 (Tjant)
187008