Meiri peningur til hvalateljing og samráðingar

Meiri peningur til hvalateljing og samráðingar
Landsstýrið hevur lagt hálva triðju millión krónur aftrat játtanini hjá Fiskimálaráðnum næsta ár
Úttreiðslurnar hjá Vørn eru nógv hækkaðar.
 
10.11.2014 - 08:13

Tað kostar meira enn væntað at telja hval, samráðingartoymið skal hava eitt fólk afturat, og útreiðslurnar hjá Vørn eru nógv hækkaðar.

Tí hevur landsstýrið lagt hálva triðju millión krónur aftrat játtanini hjá Fiskimálaráðnum næsta ár. 

Fíggjarnevndin hjá løgtinginum hevur spurt Fiskimálaráðið, hví tað ikki heldur løgtingssamtyktina um játtanarkarmin í fíggjarlógini fyri 2015.

Løgtingið hevur samtykt, at Fiskimálaráðið skal fáa 171,2 mió. krónur næsta ár. Men í fíggjarlógarupskotinum hjá landsstýrinum eru 173,7 milliónir.

Ein millión dýrari

Fiskimálaráðið svarar Fíggjarnevndini, at hvalateljingin næsta ár verður eina millión krónur dýrari, tí serligur dentur skal leggjast á at telja grindahval fyri betur at kunna meta um stovnin.

Fiskimálaráðið ætlar at seta eitt fólk afturat at samráðast um, millum annað, fiskirættindi. Tað kostar hálva millión.

Og útreiðslurnar hjá Vørn eru hækkaðar nógv seinastu árini. Tí verður fiskiveiðieftirlitið styrkt við einari millión krónum.

Í svarinum hjá Fiskimálaráðnum sæst eisini, at minni stuðul verður latin til umhvørvisverndartiltøk, játtanin er niðurraðfest. Agenda 21 stovan er niðurløgd og fær ikki stuðul í 2015.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 30. januar
Morgunlestur hósdagur 30.januar 2025
186658
Mikudag 29. januar
Skratsj 29. januar 2025
187050
Mikudag 29. januar
Morgunlestur mikudagur 29.januar 2025
186657
Mikudag 29. januar
LEITISSTEIN 28.01.2025 (Tjant)
187008