Tjóðleikhús á Skálatrøð ella við kommunuskúlan

Tjóðleikhús á Skálatrøð ella við kommunuskúlan
Tjóðleikhúsið verður bygt í Havn, og tvey uppskot um staðseting eru gjørd
Gongst sum ætlað flytir Tjóðpallurin í nýggj høli í 2019
 
12.09.2014 - 13:45

Arbeiðið at fyrireika bygging av nýggjum tjóðleikhúsi, sum skal húsa virkseminum hjá Tjóðpalli Føroya, gongur væl. 

Tað tykist greitt, at nýggja tjóleikhúsið verður bygt í Havn. 

Útvarpið skilir, at í løtuni verður arbeitt við tveimum ítøkiligum staðsetingum. Tjóðleikhúsið skal annaðhvørt byggjast við gamla kommunuskúlan í miðbýnum ella á Skálatrøð. 

Samskifti við kommununa

Bjarni Wilhelm, formaður í bygginevndini fyri tjóðleikhúsi, sigur í stuttari viðmerking í dag, at samskifti er millum bygginevndina, Mentamálaráðið og Tórshavnar kommunu. Hann sigur, at bygginevndin bíðar eftir endaligum svari Tórshavnar kommunu. 

Tað er býráðið, sum skal gera endaliga av, hvar Tjóðleikhúsið skal staðsetast.Tjóðleikhúsið skal ætlandi verða liðugt í 2019. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 29. januar
Skratsj 29. januar 2025
187050
Mikudag 29. januar
Morgunlestur mikudagur 29.januar 2025
186657
Mikudag 29. januar
LEITISSTEIN 28.01.2025 (Tjant)
187008