Íslendingar hava fiskað makrelkvotuna

Íslendingar hava fiskað makrelkvotuna
Ísland var ikki við í semjuni, sum Føroyar, ES og Noreg gjørdu um makrelin í vár
 
08.09.2014 - 08:35

Íslendingar eru lidnir við makrelkvotuna í ár. Kvotan, sum var 147.574 tons, er fiskað.

Ísland var ikki við í semjuni, sum Føroyar, ES og Noreg gjørdu um makrelin í vár. Íslendska kvotan var 11,9 prosent av heildarkvotuni, sum Føroyar, ES og Noreg ásettu. Sambært teirri avgerðini vóru 193.000 tons, 15,6 prosent, ætlað Íslandi og Russlandi.

Grønlendska kvotan ikki við

Men tey 100.000 tonsini, sum Grønland hevur fingið sær, eru ikki við. Hini londini viðurkenna ikki Grønland sum strandarland. Føroyar eiga 156.000 tons, 12,6 prosent.

Makrelstovnurin á okkara leiðum er væl fyri. Og tað kemur væl við hjá Íslandi í framtíðar samráðingum um kvotur, hevur íslendski fiskimálaráðharrin, Sigurður Ingi Jóhannsson, sagt.  

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 29. januar
Skratsj 29. januar 2025
187050
Mikudag 29. januar
Morgunlestur mikudagur 29.januar 2025
186657
Mikudag 29. januar
LEITISSTEIN 28.01.2025 (Tjant)
187008