- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eingin lækni til trýsttangan
Nú var aftur galið við trýsttanganum hjá Vørn.
Sambært heimasíðuni hjá Vørn er trýstangin óvirkin í løtuni. Tað hevur staðið á heimasíðuni hjá Vørn síðani fríggjadagin.
Elmar Højgaard, stjóri á Vørn, sigur, at Landssjúkrahúsið hevur boðað frá, at tað hevur ikki læknar til trýsttangan.
Kavararnir hjá Vørn sleppa ikki at kava, so leingi trýsttangin er óvirkin.
Sama støða var tíðliga í summar.
Men 5.juni gjørdi landsstýrið eina fyribilsavtalu um, at Vørn í nakrar mánaðir rindar fyri læknarnar og síni egnu fólk og Landssjúkrahúsið fyri sjúkrarøktarfrøðingarnar til ein endalig loysn er funnin.
Fyribilsloysn úr gildi
Sum skilst er hendan fyribilsloysnin nú farin úr gildi, og eingin endalig loysn er funnin.
Sigurð Ólason Vang, sjúkrahússtjóri, sigur, at Landssjúkrahúsið hevur ikki pengar til trýsttangan, nú Vørn ikki vil rinda longur.
Landssjúkrahúsið noyðist at raðfesta annað framum.
Trýsttangin kostar 150.000 kr. um mánaðin.
Trýsttangin, sum Vørn eigur, verður brúktur til at viðgera kavarasjúku.