- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nú fer Sildberin í sigling
Leygardagurin verður dagurin, sum skúvoyingar hava bíðað eftir í alt summar.
Tá fer nýggi Sildberin at sigla millum Skúvoynna og Sand. Og tí verður hátíðarhald í Skúvoy leygardagin.
Um viðrar verður móttøkan niðri í fjøru, har sum Harry Jensen, borgarstjóri í Skúvoy, Jóhan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, og Hilmar Eliasen, stjóri á Strandfaraskipum landsins, halda røðu. Tiltakið byrjar, tá leið 101 koyrir úr Havnini klokkan trý korter til eitt. Hálvan annan tíma seinni fer Sildberin av Sandi.
Eftir tiltakið í Skúvoynni siglir Sildberin aftur til Sands klokkan fimm minuttir yvir fimm. Sildberin varð keyptur fyri tríggjar milliónir krónur, og nú hann - uppstigaður - fer í sigling, kostar hann 7,7 milliónir krónur.
Kom 3. januar
Sildberin kom til Føroya 3.januar. Síðst í mars varð avgjørt, at KJ Hydraulik á Kambsdali skuldi standa fyri arbeiðinum at uppstiga Sildberan.
Tá var framvegis ætlanin, at Sildberin skuldi fara í Skúvoyarsiglingina í mai, sjálvt um hann skuldi hava nýggjar motorar.
Men ikki fyrr enn 8.mai samtykti løgtingið at lata Strandferðsluni eykajáttan til millum annað nýggjar motorar til Sildberan.
Seint í juni varð sagt, at Sildberin bleiv liðugur seinnapartin í juli. Tað bleiv so til fyrrapartin í august. Og leygardagin, næst seinasta dagin í august, fer Sildberin í Skúvoyarsiglingina.