Sáttmálar longdir tvey samdøgur

Sáttmálar longdir tvey samdøgur
Arbeiðsgevarar og arbeiðarafeløgini binda frið í dag, 1.mai, men herja á aftur í morgin ári
Føroya arbeiðsgevarafelag leggur stóran dent á samráðingarnar við arbeiðarafeløgini, tí tær leggja grundarlagið fyri aðrar samráðingar
 
01.05.2014 - 07:57
Føroya Arbeiðsgevarafelag og tey fimm arbeiðarafeløgini samdust í gjárkvøldið um at leingja sáttmálarnar til í annaðkvøld á midnátt.
 
Partarnir hava samráðst uttan steðg síðan mánamorgunin. Men í dag, 1.mai,  binda tey frið. Samráðingarnar verða tiknar upp aftur í morgin ári klokkan 10.00. 
 
Samráðingarnar byrjaðu fyrst í apríl, tá feløgini løgdu fram krøv síni.  
 
Føroya Arbeiðsgevarafelag sigur, at sáttmálarnir við arbeiðarafeløgini eru teir fyrstu, sum skulu gerast í nýggja samráðingarumfarinum hjá Arbeiðsgevarafelagnum.
 
Úrslitið av hesum samráðingum er tí týdningarmikið fyri allar aðrar samráðingar, tí hesar samráðingarnar, sum nú eru, eru grundarlagið fyri hinum. 

Partarnir hava longu gjørt avtalu um fráboðan um arbeiðssteðg. Verkfall ella verkbann skal fráboðast í minsta lagi 48 tímar frammanundan. 

Verður fráboðað fyri middag, verður roknað til á middegi, og verður fráboðað eftir middag, verður roknað til á midnáttt. Tí vera millum 48 og 60 tímar frá tí, at verkfall ella verkbann er fráboðað, til tað byrjar.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 26. februar
Skratsj 26. februar 2025
188341
Mikudag 26. februar
Mono - Føroyskar perlur (3:4)
188335
Mikudag 26. februar
Morgunlestur mikudagur 26. februar 2025
187865
Týsdag 25. februar
LEITISSTEIN 25.02.2025 (Teitursa kvæði)
188282
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 26. februar
Ein søga um 45 ár
188344
Mikudag 26. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188292
Týsdag 25. februar
Veðrið
188278
Týsdag 25. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
188272
Týsdag 25. februar
Danny og bussførari
187889