Niðursetukvinna í Amerika

Niðursetukvinna í Amerika
Tá yngsti sonur Trinu á Sandi fór út í heim at sigla um aldarskiftið 1900, var ongin av hennara eftir í Føroyum.Tá flutti 56 ára gamla Trina aftan á døtrunum til Amerika
Á myndini sæst Trina eygleiða kjalarvørrin á Amerika skipinum, sum siglir um Atlantshav til New York
Mynd: Teknað: Anker Eli Petersen  
 
25.12.2023 - 16:37

Í seinna partinum í dokumentarisku ljóðmyndini um Trinu á Sandi, hoyra vit um tíðina hjá henni í Amerika. 

Tá yngsti sonur Trinu á Sandi fór út í heim at sigla um aldarskiftið 1900, var ongin av hennara eftir í Føroyum. Hini børnini vóru øll í Amerika, og har vóru eisini ommubørn, sum hon ongantíð hevði sæð.  

Tá gjørdi 56 ára gamla Trina ikki mætari, enn at hon keypti ein ferðaseðil við America Line skipinum "Norge" og flutti aftaná døtrunum til Chicago.

Stutt eftir fluttu tey øll til Oregon við amerikonsku vesturstrondina  - ein teinur uppá 4.000 kilometrar.  


Á myndini síggjast Trina á Sandi og Arrina í Soylu sita á hvør sínum steini og eygleiða aldurnar við Kyrrahavsstrondina í Oregon og leingjast heim til Sands. Arrina fór úr Føroyum í 1888 og Trina í 1901. Myndin er helst tikin umleið 1925 – 30. 

 

Millum fyrstu niðursetufólkin í Junction City

Har keyptu tey jørð frá danska pionerinum A. G. Nielsen, og vóru saman við Arrinu í Soylu og Johan Hentze av Sandi millum fyrstu niðursetufólkini í Junction City. 

Í Amerika fekk Trina samband aftur við elsta sonin, sum var farin úr Føroyum 15 ár frammanundan.

Í Junction City vann hon sær virðing, og var sum fráleið ofta nevnd Grandma Jacobsen. 

Ommusonurin Arnold skrivaði, at omman hevði eina serliga tign, og tá gestir komu at halda upplýsandi fyrilestrar stukku teir altíð inn á gólv hjá Grandma Jacobsen, har teir stóru spurningarnir vóru havdir á loftið. 

Føroyar fekk Arnold serligan tokka til, tá omman ein dagin í 1925 fekk eina hjartaliga heilsu úr Føroyum. 

---

“Niðursetukvinna í Amerika" er seinni partur av dokumentarisku ljóðmyndini “Trina á Sandi – tað navnið skal minnast”.

Seinni parturin verður sendur útvarpinum hjá KVF annan jóladag klokkan 15.  

 

Hvat: Trina á Sandi - tað navnið skal minnast / Seinni partur: "Niðurseturkvinna í Amerika"
Hvar: í útvarpinum
Nær: 2. jóladag kl. 15

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 24. november
Bolero - 24. november 2024
184087
Leygardag 23. november
Jambalaja - 231124
184069
Leygardag 23. november
Vikan 23. november 2024
184060
Leygardag 23. november
Morgunlestur leygardagur 23.november 2024
183776
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015
Fríggjadag 22. november
Veðrið
184049
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982
Hósdag 21. november
Andaktin
183981