Einkja í tjóðskaparstríði

Einkja í tjóðskaparstríði
Dokumentariska ljóðmyndin “Trina av Sandi – tað navnið skal minnast” verður send fyrra og annan jóladag
Oddamenn í Føringafelagnum lýða á, meðan Trina av Sandi talar
Mynd: Teknað: Anker Eli Petersen  
 
24.12.2023 - 15:09

Jóannes Patursson heitti á tingsins røðarapalli í 1923 á fólk um at minnast Trinu á Sandi fyri hennara leiklut í stríðnum fyri mál- og samfelagsmenning á føroyskari grund:

“Ikki veit eg, hvussu vorðið hevði verið, um vit ikki høvdu haft eina miðstøðu her í Havn. Trina Winther var tað, sum helt okkum saman. Eg vil, at tað navnið skal minnast! 

Hon hevur kanska haft meiri týdning fyri okkara tjóðskaparanda og sjálvbjargnisstarv, enn nakar annar.”

 

Hvør var Trina av Sandi?

Men hvør var hon, hvørjum umhvørvi vaks hon upp í, og hvør var hennara lagna?

Tað hoyra vit um í  dokumentariska ljóðmyndini “Trina av Sandi – tað navnið skal minnast” í tveimum pørtum, sum Magni Arge hevur skrivað og lagt til rættis. 

Í fyrra parti, ið hevur heitið “Einkja í tjóðskaparstríðið”, og sum verður send jóladag klokkan 15, hoyra vit um umhvørvið uppi í Stovu suðuri á Sandi, har Trina Winther vaks upp. 

Pápin, M. A. Winther, sýslumaður, tók tíðliga til sín tjóðskaparpolitisk rák og Grundtvíks hugsanir um upplýsing.  

 

Einkja sum 31 ára gomul

Trina giftist 20 ára gomul, men sat longu sum 31 ára gomul einkja við fimm børnum, sum hon einsamøll skuldi forsyrgja.

Kortini hevði hon bæði dirvi og orku til at taka virknan lut í tjóðskaparligu menningini í kjalarvørrinum á jólafundinum í 1888. 

Í Havn hildu oddamenninir í Føringafelagnum ting og høvdu mest sum ein framíhjá klubba hjá Trinu á Sandi.

Hon var frælslynd og framburðshuga, og hjá henni var ráðlagt og kjakast um føroyskan politikk og um andlig mál yvirhøvur. 

 

Til Amerika aftaná døtrunum

Um aldarskiftið fór hon til Amerika aftaná døtrunum og einum soni.

Seinna partin av ljóðmyndini um Trinu av Sandi “Niðursetufólk í Amerika” sendir útvarpið hjá KVF annan jóladag klokkan 15.

Anker Eli Petersen evnaði til myndina, tá oddamenn í Føringafelagnum lýða á, meðan Trina talar.

“Í samkomunum hjá Trinu vóru vápnini brýnd og atferðirnar fyrireikaðar”, skrivaði M. A. Jacobsen.

 

Hvat: Trina av Sandi - tað navnið skal minnast”
Hvar: í útvarpinum
Nær:

  • Jóladag kl. 15 / “Einkja í tjóðskaparstríðið” 
  • 2. jóladag kl. 15 / “Niðursetufólk í Amerika”
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 24. november
Bolero - 24. november 2024
184087
Sunnudag 24. november
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
184085
Leygardag 23. november
Jambalaja - 231124
184069
Leygardag 23. november
Vikan 23. november 2024
184060
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015
Fríggjadag 22. november
Veðrið
184049
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982
Hósdag 21. november
Andaktin
183981