- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fíggjarlógin fyri 2024 er nú endaliga samtykt
Við 26 atkvøðum fyri, fimm blonkum og ongari ímóti, so var fíggjarlógin fyri 2024 endaliga samtykt við triðju viðgerð í dag.
Sambandsflokkurin atkvøddi saman við samgonguni fyri fíggjarlógini, meðan limirnir í fólkaflokkinum atkvøddu blankt.
Myndir: Bjarni Árting Rubeksen
11 broytingaruppskot
Triðja viðgerð byrjaði um hálvgum tólv tíðina í dag, og hon var ikki liðug fyrr enn klokkan var farin av fýra.
11 broytingaruppskot vóru løgd fram til triðju viðgerðina, sum er rættiliga óvanligt.
Varpið fær ongar pengar
Tað, ið hevði mest áhuga, var, um mentanarhúsið Varpið fór at fáa játtað fimm milliónir krónur.
Sambært broytingaruppskotinum, sum norðoyartingfólkini hjá andstøðuni høvdu langt fram, so skyldaði landið norðoyingum at játta Varpinum fimm millónir krónur, so játtanin til Varpið fylgdi leistinum, sum landið hevur játtað til líknandi verkætlanir.
Uppskotsstillararnir vístu á, at í 2022 vórðu fimm milliónir krónur játtaðar á fíggjarlógini til Varpið, og á fíggjarlógini 2023 vórðu sjey milliónir krónur játtaðar, sum tilsamans er 16 prosent av íløguni.
Uppskotsstillararnir mettu, at rættast er at hækka hesa upphædd og játta fimm milliónir krónur afturat á fíggjarlógini fyri 2024, vísandi til aðrar líknandi verkætlanir, har Løgtingið hevur stuðlað við nærri 33 prosentum av íløguni.
14 fyri og 17 ímóti
Men broytingaruppskotið fall við 14 atkvøðum fyri, 17 ímóti og ongari blankari.
Andstøðutingfólkini atkvøddu fyri:
Meðan samgongutingfólkini atkvøddu ímóti.
Einasta broytingaruppskotið, ið varð samtykt, var eitt uppskot frá einari samdari fíggjarnevnd um ymiskar tillagingar í fíggjarlógini. Tað var einmælt samtykt.
Sostatt er løgtingið farið í jólafrí.