Tweed & Hyenas letur úr hondum nýtt staklag í dag

Tweed & Hyenas letur úr hondum nýtt staklag í dag
Sangurin eitur Helicopter og verður eisini við á heildarútgávuni Saltations, ið kemur út í mars
Bólkurin Tweed & Hyenas, har føroyingurin Jón Klæmint Hofgaard (í svørtum) er gittarleikari
Mynd: Tweed & Hyenas á Bandcamp  
 
30.01.2025 - 14:11

Í 2005 stóð bólkurin Lama Sea seg væl í Prix Føroyar ella Atlantic Music Event, sum kappingin nevndist tá. Og fleiri av tónleikarunum í bólkinum eru framvegis sera virknir. Ein teirra er Jón Klæmint Hofgaard, sum er oddamaður í bólkinum Tweed & Hyenas, sum í dag letur úr hondum nýggja staklagið Helicopter.

Í hesari samrøðuni tosa vit við Jón Klæmint um millum annað Tweed & Hyenas, nýggja staklagið, og heildarútgávuna, sum kemur út í mars, og har ið Jón Klæmint hevur eitt ávíst samstarv við Janus Rasmussen og Sakaris Emil Joensen, sum eisini taldust millum limirnar í Lama Sea.

Eisini fáa vit orðið á bassistin, Max Goff, ið eitt nú nemur við bassspælið í Helicopter.

Umframt føstu limirnar í Tweed & Hyenas, telur útgávan eisini nógvar aðrar tónleikarar og eitt skúlakór.

 

1722898

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109