Løgtingsfundurin útsettur ein tíma

Løgtingsfundurin útsettur ein tíma
Løgtingsfundurin skuldi byrja klokkan 10, men hann er útsettur til klokkan 11, boðaði løgtingsforkvinnan frá
Bjørt Samuelsen boðaði klokkan 10 frá, at løgtingsfundurin, ið skuldi byrja tá, er útsettur til klokkan 11
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
18.12.2023 - 10:18

Triðja viðgerð av fíggjarlógini, sum skuldi vera á løgtingsinsfundinum nú klokkan 10, er útsett til klokkan 11. 

Triðja viðgerð skuldi vera fríggjadagin, men av tí at onnur viðgerð endaði tveir minuttir eftir midnátt, var tíðarfreistin ov stutt til, at triðja viðgerð kundi vera fríggjadagin.

Uppskotið um fíggjarlóg var annars samtykt hósnáttina. 16 atkvøddu fyri og 14 ímóti. Ein atkvøða var blonk.

Henrik Old í Javnaðarflokkinum atkvøddi blankt.

 

Varpið livir í vónini

Onkur broytingaruppskot koma væntandi í dag.

Andstøðutingfólkini í Norðoyggjum hava boðað frá einum uppskoti um pengar til mentanarhúsið Varpið í Klaksvík.

Varpið er ikki nevnt í teimum broytingaruppskotum, sum komu til aðru viðgerð, hóast Varpið skrivaði til fíggjarnevndina.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 30. januar
Andarblak - Náttin er bjørt sum dagurin
187106
Hósdag 30. januar
Morgunlestur hósdagur 30.januar 2025
186658
Mikudag 29. januar
Skratsj 29. januar 2025
187050
Mikudag 29. januar
Morgunlestur mikudagur 29.januar 2025
186657