- Tíðindi, mentan og ítróttur
Súrligar nætur umrøða ógloymandi samrøðu við Janus Wiberg
Útvarpssending, har trý ung tosa um tað, sum rørir seg í Føroyum og í Danmark.
Tey trý tosa um fyrimunirnar við at búgva í Danmark og sleppa undan at bíleggja vørur til Føroya.
Rannvør gremur seg um, at hon framvegis leitar eftir føstum bústaði í Keypmannahavn; hon verður skjótt heimleys.
G! Festivalurin kunngjørdi herfyri eitt av høvuðsnøvnunum. Meðan Rannvør og David eru bergtikin, stendur Bárður spyrjandi. Hann kennir ikki bólkin.
FM1 prátaði herfyri við sangaran Janus Wiberg. Har kom nógv stuttligt burturúr teirri samrøðuni. sum verður spæld og umrødd.
Og so avdúka tey trý, hvørji nøvn eru á árliga topp 3 listanum, sum Spotify plagar at kunngera.
Sendingin kann hoyrast her: