Uppskot til samtyktar um trygdarpolitikk fyri løgtingið í hesi tingsetu

Uppskot til samtyktar um trygdarpolitikk fyri løgtingið í hesi tingsetu
Sambandsflokkurin heldur, at landsstýrið eigur at samráðast við tey, sum hava ábyrgdina av verjupolitiska økinum, heldur enn at sita hendur í favn
Umboðini hjá samgonguni í uttanlandsnevndini siga, at løgtingið hevur fingið at vita, at landsstýrið ætlar at leggja eitt uppskot til samtyktar um trygdarpolitikk fyri løgtingið í hesi tingsetu
Mynd: Savnsmynd  
 
18.12.2023 - 10:09

Samgongan tekur ikki undir við uppskotinum hjá Sambandsflokkinum um, at landsstýrið ger frágreiðing til uttanlandsnevndina um, hvørji ítøkilig stig kunnu takast, sum styrkja verjuna og trygdina í Føroyum og Norðuratlantshavinum.

Umboðini hjá samgonguni í uttanlandsnevndini siga, at løgtingið hevur fingið at vita, at landsstýrið ætlar at leggja eitt uppskot til samtyktar um trygdarpolitikk fyri løgtingið í hesi tingsetu. 

Seinasta samtyktin er frá 2004. Meirilutin vil hava kunning frá landsstýrinum um støðuna í málinum. 

Tí heitir meirilutin í uttanlandsnevndini á landsstýrismannin í uttanríkis- og vinnumálum um skjótast gjørligt at bjóða uttanlandsnevndini á fund og geva nevndini miðvísa og fullfíggjaða kunning um, hvørjar samráðingar hava verið, um hvat, við hvønn og hvør væntaði framtíðar luturin hjá Føroyum skal vera. 

 

Samráðast heldur enn at sita hendur í favn

Sambandsflokkurin heldur, at landsstýrið eigur at samráðast við tey, sum hava ábyrgdina av verjupolitiska økinum, heldur enn at sita hendur í favn og bíða eftir, hvørjum danska stjórnin kemur við. 

Tað heldur Miðflokkurin eisini.

Fólkaflokkurin heldur, at Føroyar skulu ikki blandast uppí innanhýsis samráðingar millum donsku flokkarnar og føroysku fólkatingsumboðini um verjusemju. 

 

Føroyar eiga at samskifta við bretar

Fólkaflokkurin sigur, at samskiftið eigur at vera millum avvarðandi ráðharrar, í hesum føri millum landsstýrismannin í uttanríkis- og vinnumálum og danska verjumálaráðharran, um møguligar ætlanir um Føroyar. 

Men Føroyar eru partur av verjuni hjá Bretlandi í NATO-høpi. Tí skal landsstýrismaðurin alt fyri eitt fáa samskifti í lag við bretar um lutin hjá Føroyum í verjuni í Norðuratlantshavi, heldur fólkaflokkurin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 30. januar
Andarblak - Náttin er bjørt sum dagurin
187106
Hósdag 30. januar
Morgunlestur hósdagur 30.januar 2025
186658
Mikudag 29. januar
Skratsj 29. januar 2025
187050
Mikudag 29. januar
Morgunlestur mikudagur 29.januar 2025
186657