Olly Murs á Summarfestivalin

Olly Murs á Summarfestivalin
Tað verður 39 ára gamla enska X-factor-stjørnan Olly Murs, ið verður høvuðsnavn á Summarfestivalinum næsta summar
Olly Murs hittaði stórt í 2012 og 2014 við útgávnunum "Right Place Right Time" og "Never Been Better" verður høvuðsnavn á Summarfestivalinum í summar
 
15.12.2023 - 16:51

Føroysku tónleikafestivalarnir og -tiltøkini hava úr at gera í hesum døgum við at kunngera høvuðsnøvn til næsta ár. 

Tórsfest hevur kunngjørt Nik Kershaw, meðan G! festivalurin hevur kunngjørt Of Monsters And Men. 

Nú hevur Summarfestivalurin júst kunngjørt enska Olly Murs, ið gjørdist heimskendur, tá hann luttók í X-factor í 2009

Olly Murs er partur av einum yngri ættarliði av bretskum poppstjørnum.

Hann fekk gjøgnumbrot við fyrstu útgávuni í 2010, og síðani hevur hann havt fimm album ovast á bretska hitlistanum.

Olly Murs hittaði stórt í 2012 og 2014 við útgávnunum "Right Place Right Time" og "Never Been Better". 

Serliga sangirnir "Troublemaker (feat. Flo Rida)", "Heart Skips A Beat", "Dance With Me Tonight" og "Up (feat. Demi Lovato) gjørdust stór hitt.

Tað var Eyðun Klakstein frá Summarfestivalinum, ið kunngjørdi navnið í sendingini Vikuskiftið. 

Olly_Murs_til_SF

 

Eisini kendur úr sjónvarpi

Olly Murs er eisini kendur úr sjónvarpi. Hann er ein av dómarunum í The Voice UK saman við eitt nú legenduni Sir Tom Jones.

Í vár og summar skal Olly Murs spæla umleið 50 arena- og stadionkonsertir saman við Take That kring Bretland, og eftir tað hevur hann játtað at koma til Føroya at spæla á Summar Festivalinum, sum hevur 20 ár jubileum.

Summar Festivalurin verður hildin í døgunum frá 8. til 10. august 2024.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947