656 síður og 3,4 kilo av orðum og myndum um vertshús í kongaríkinum

656 síður og 3,4 kilo av orðum og myndum um vertshús í kongaríkinum
Kongerigets stamsteder lýsir serligu mentanina, ið finst á vertshúsum, eisini í Føroyum og Grønlandi
 
15.12.2023 - 15:53

"Kongerigets stamsteder" kallast nýggj og rættiliga umfatandi bók um vertshús í danska kongaríkinum. 

Bókin, ið er ein sokallað kaffiborðsbók, er 656 síður og vigar 3,4 kilo, og millum vertshúsini, ið verða lýst, eru Roykstovuna í Klaksvík og Tórshøll í Havn.

Myndir: Tróndur Dalsgarð

Konseptið er, at tað eru lokal, sum lýsa støðini, og tað eru Rólant Waag Dam, journalistur, og Tróndur Dalsgarð, myndamaður, ið hava lýst føroysku skeinkistøðini.

Teir báðir vitjaðu Rúna Jákupsson í Góðan morgun Føroyar mikumorgunin. 

 

Bok_um_vertshus

 

Stemningurin sløknar

Rólant Waag Dam og Tróndur Dalsgarð ásanna, at tað var rættiliga avbjóðandi at skula lýsa føroysk skeinkistøð. 

"Tá tú kemur inn í eitt vertshðús við einum myndatóli, so sløknar stemningurin. So mann verður noyddur at taka nógvar myndir, so at fólka venja seg við myndatólið, og alt krevur sjálvandi samtykki," greiðir Tróndur Dalsgarð. 

"Tað eru fordómar um vertshúsini, men tað eru praktfull støð," sigur Rólant Waag Dam, ið sjálvur ofta vitjar Tórshøll. 

Teir báðir vóna, at bókin kann vera við til at taka lívið av nøkrum av fordómunum. 

Tað stuttliga við bókini er, at tú sært, at hesi vertshúsini eru eitt slag av ventili í samfelagnum, heldur Tróndur Dalsgarð. 

"Vit liva øll sera í einum sera einsháttaðum samfelag. Vit halda, at øll liva eins og vit sjálvi. Men tá tú fert inn í Roykstovuna ella Tórshøll, so sært tú heilt aðra síður av samfelagnum, og tað er sunt, og tí burdu øll roynt at vitjað eitt vertshús." 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947