Fara undir at fyrireika hølini til MR-skannaran

Fara undir at fyrireika hølini til MR-skannaran
Løgtingið hevur játtað Klaksvíkar sjúkrahúsi 1,3 mió. kr., so farast kann undir at fyrireika hølini til nýggja MR-skannarin beinanvegin, boðar forkvinnan í fíggjarnevndini frá
Skannarin fer at hava við sær, at vit kunnu gera fleiri kanningar í Føroyum, sum í dag verða gjørdar uttanlands, serliga innan prostatakrabba og bróstkrabba
Mynd: Savnsmynd  
 
15.12.2023 - 14:48

Hølisviðurskiftini á Klaksvíkar sjúkrahúsi til at seta MR-skannaran upp eru góð, men neyðugt er við umbyggingum og nýggjum el-innføringum.

Til hetta krevst 1,3 milliónir krónur krónur, sum løgtingið nú hevur samtykt at játta Klaksvíkar sjúrkahúsi.  

- Eg fegnist um, at hetta málið hevur so breiða undirtøku í løgtinginum og varð einmælt samtykt, sigur Eyðgunn Samuelsen, forkvinna í fíggjarnevndini, í tíðindaskrivi, nú løgtingið hevur samtykt eykajáttanina til Klaksvíkar sjúkrahús. 

 

Skannarin bílagdur

Fíggjarnevndin hevur fingið upplýst, at skannarin er bílagdur og verður nú framleiddur.

Verða høli og annað klárt, so kann skannarin standa klárur og verða tikin í nýtslu um miðjan apríl.

 

 

300 kanningar flytast heim til Føroya

Tað var í apríl at vinnufyritøkur í norðurøkinum lótu Klaksvíkar sjúkrahúsi 13 milliónir krónur at keypa ein 3 Tesla MR-skannara fyri.

Skannarin fer at hava við sær, at vit kunnu gera fleiri kanningar í Føroyum, sum í dag verða gjørdar uttanlands, serliga innan prostatakrabba og bróstkrabba.

Sambært arbeiðsbólki er eitt varið boð er, at slakar 300 kanningar tilsamans í hesum sjúklingabólkum kundu verið gjørdar her heima, um ein 3T MR-skannari var í Føroyum.

Soleiðis, sum gongdin hevur verið seinnu árini, so kunnu vit vænta at talið fer at vaksa við tíðini. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 30. januar
Andarblak - Náttin er bjørt sum dagurin
187106
Hósdag 30. januar
Morgunlestur hósdagur 30.januar 2025
186658
Mikudag 29. januar
Skratsj 29. januar 2025
187050
Mikudag 29. januar
Morgunlestur mikudagur 29.januar 2025
186657