- Tíðindi, mentan og ítróttur
Triðja viðgerð mánadagin
Triðja viðgerð um uppskotið um fíggjarlógina verður mánadagin.
Hon kundi ikki vera í dag, tí farið var um midnátt mikudagin, áðrenn onnur viðgerð var liðug.
Tá kann triðja viðgerð, sambært tíðarfreistini, ikki vera í dag.
Tingfundurin mánadagin er kl.13.00.
11 triðju viðgerðir eru á dagsskránni hjá tinginum í dag.
Eykajáttan til skannara
Uppskotið hjá samgongufólkunum í fíggjarnevndini um at lata Klaksvíkar sjúkrahúsi 1,3 milliónir kr. til at fyrireika høli til nýggja skannaran er á skránni í dag.
Ætlanin er at fyrireika hølini longu í hesum mánaðinum, so skannarin kann byrja tíðliga næsta ár, stendur í uppskotinum um eykajáttan.
Hetta uppskotið verður avgreitt á tingfundinum í dag.
Annars hevði andstøðan í fíggjarnevndini eitt uppskot um tað sama í broytingaruppskoti um fíggjarlógina fyri 2024. Men tað uppskotið fall.
Tingfundurin í dag er kl.10.00.