- Tíðindi, mentan og ítróttur
Havnin missir níggju prosentstig í atkvøðum
Tórshavnar kommunu missir atkvøður á borgarstjórafundi, um uppskotið um nýggjar viðtøkur hjá Kommunufelagnum verður samtykt á eykaaðalfundi hjá felagnum í dag.
Tórshavnar kommuna hevur nú góð 42 prosent av atkvøðunum, men fer niður í góð 33 prosent.
Uppskotið er, at á borgarstjórafundi hevur hvør kommuna eina atkvøðu fyri hvørji byrjaðu 1.000 fólk í kommununi.
Nú hevur hvør kommuna eina atkvøðu fyri hvørt fólkið í kommununi.
Á býráðsfundi í Havn í gjár atkvøddi býráðið ímóti hesi broyting.
Borgarstjórafundur
Í staðin fyri, at stýrið við 13 limum er ovasta leiðsla felagsins í málum, sum ikki skulu viðgerast á aðalfundi, verður ein borgarstjórafundur seks ferðir um árið, har allir borgarstjórar hava rætt til at møta.
Á aðalfundi verður tó framvegis atkvøtt sum nú, tað er ein atkvøða fyri hvørt fólkið í kommununi.
Ein onnur broyting er, at borgarstjórarnir í øllum 29 limakommununum fáa rætt til at koma á stýrisfund.
Men borgarstjórar, sum ikki hava fólk í stýrinum, sleppa ikki at atkvøða á stýrisfundunum.
Ein annað uppskot um broyting er, at starvsbólkurin dettur burtur.
Formansskapur
Forfólkið og næstforfólkið, sum borgarstjórafundurin velur, eru saman við forfólkinum í starvsnevndini fyri Kommunala arbeiðsgevarafelagið formansskapurin í Kommunufelagnum.
Formansskapurin hevur fund eina ferð um mánaðin. Hann avger mál, sum ikki skulu viðgerast á
borgarstjórafundi ella aðalfundi.
Ikki er ásett i viðtøkunum, hvørji mál krevja borgarstjórafund, og hvørji formansskapurin kann avgreiða.
Borgarstjórarnir í Havn, Runavík og Eysturkommunu og Eyðun Christiansen, stjóri í Kommunufelagnum, og Janus Haraldsen, løgfrøðingur í Kommunufelagnum gjørdu uppskotið um nýggjar viðtøkur hjá Kommunufelagnum.