Beautyvarpið: "Fuglafjørður er ein mega cute bygd, men..."

Beautyvarpið: "Fuglafjørður er ein mega cute bygd, men..."
Búskaparvøkstur, uppvøkstur og Fuglafjørður eru millum evnini, sum verða vend í Beautyvarpinum, tá Marianna Nagata vitjar.
 
14.12.2023 - 19:55

Marianna Nagata vitjar Pól Jóhannus og Beautyvarpið.

Tey tosa um mangt og hvat.

BV_06

Bæði ivast í, hvørt tað er rætt, at samfelagið er uppbygt eftir at skapa so stóran búskaparvøkstur, sum gjørligt.

Eitt er tó blivið betri seinnu árini. Tú skammast ikki longur yvir at siga, at tú hevur ein dreym at gerast sangari.

Tey eru eisini samd um, at tað er keðiligt at arbeiða einsamallur.

Nakrir spurningar eru komnir frá hyggjarum. Ein spyr um teirra uppvøkstur.

Marianna greiðir frá, hvussu hon er uppvaksin partvíst í Hoyvík og partvíst í L.A.

Pól Jóhannus, hinvegin, hevur slitið allar sínar barnaskógvar í Fuglafirði, sum er ein fitt bygd við fittum fólkum - men í so konservativt. Hetta kom m.a. til sjóndar, tá ein sjónleikabólkur bleiv vendur í hurðini í skúlanum, tí tey vildu varpa ljós á samkyndleika.

"Fuglafjørður er ein mega cute bygd við mega nógvum fittum fólkum; men hon hon er konservativ," staðfestir Pól Jóhannus millum annað.

Tù kanst síggja allar partarnar av Beautyvarpinum her.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947