Eykajáttan at fyrireika høli til MR-skannaran

Eykajáttan at fyrireika høli til MR-skannaran
Biðið er um 1,3 milliónir kr., og ætlanin er at avgreiða málið longu í morgin
Klaksvíkar sjúkrahús.
 
14.12.2023 - 14:14

Samgongufólkini í fíggjarnevndini, Eyðgunn Samuelsen, Bjarni Hammer, Eirikur í Jákupsstovu og Hanna Jensen,  hava skotið upp at játta Klaksvíkar sjúkrahúsi 1,3 milliónir kr. til at fyrireika høli til nýggja MR-skannaran á Klaksvíkar sjúkrahúsi.

Neyðugt er við umbyggingum og nýggjum el-innføringum.

Ætlanin er fyrireika hølini longu í hesum mánaðinum, soleiðis at skannarin kann verða tikin í nýtslu tíðliga næsta ár.

Uppskotið var lagt fram fyri løtu síðani, og løgtingið hevur samtykt, at víkjast kann frá tíðarfreistum á øllum viðgerðarstigum.

1. viðgerð verður á tingfundinum í morgin, og ætlanin er at avgreiða málið í morgin, segði Bjørt Samuelsen, forkvinna í løgtinginum.

 

 

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 30. januar
Andarblak - Náttin er bjørt sum dagurin
187106
Hósdag 30. januar
Morgunlestur hósdagur 30.januar 2025
186658
Mikudag 29. januar
Skratsj 29. januar 2025
187050
Mikudag 29. januar
Morgunlestur mikudagur 29.januar 2025
186657