- Tíðindi, mentan og ítróttur
Klaksvík hevur kulfaktor 5,4
500 fólk um alt landið eru spurd í einari spurnakanning, sum Spyr.fo hevur gjørt fyri Kulfaktor Føroya, hvussu kul Klaksvík er á einum stiga frá 1 til 10, har 1 er "als ikki kul", og 10 er "sera kul"?
"Hetta er ein býur, ið sigur, at nú eri eg ein modernaður tænastubýur, og ikki longur ein fiskivinnubýur, sum Húkurin annars kundi bent á."
Sámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur
Úrslitið gjørdist, at Klaksvík hevur ein kulfaktor upp á 5,4, sum er hægsti kulfaktorur higartil.
Hvør er kulfaktorurin hjá Klaksvík? | Øll | Kvinnur | Menn |
1 - als ikki kul | 8,80 % | 6,36 % | 10,98 % |
2 | 3,40 % | 2,97 % | 3,79 % |
3 | 6,80 % | 4,66 % | 8,71 % |
4 | 8,20 % | 6,36 % | 9,85 % |
5 | 15,60 % | 16,10 % | 15,15 % |
6 | 10,00 % | 9,75 % | 10,23 % |
7 | 14,40 % | 14,41 % | 14,39 % |
8 | 14,00 % | 18,64 % | 9,85 % |
9 | 3,80 % | 3,39 % | 4,17 % |
10 - sera kul | 9,20 % | 9,75 % | 8,71 % |
Veit ikki | 5,80 % | 7,63 % | 4,17 % |
Føroyingar seta Klaksvík í samband við vinnulív
Í spurnakanningini, sum Spyr.fo gjørdi fyri Kulfaktor Føroya, og har ið 500 fólk um alt landið eru spurd, spurdu vit eisini, hvat ið fólk seta í samband við Klaksvík.
"Hetta er flottur og modernaður arkitekturur, ið tekur fatur um røturnar á tí gamla og siðbundna mentanararvinum."
Nina Arge, arkitektur
Flestir føroyingar seta vinnulív í samband við Klaksvík. Kirkjur og samkomur er næst á listanum, meðan ítróttur er nummar trý á listanum.
Hvørjar av hesum yvirskriftum setur tú í samband við Klaksvík? | Øll | Kvinnur | Menn |
Vinnulív | 60,60 % | 51,27 % | 68,94 % |
Kirkjur og samkomur (trúarlív) | 59,20 % | 59,75 % | 58,71 % |
Ítrótt | 49,20 % | 50,42 % | 48,11 % |
Fjølbroytt úrval av handlum | 32,80 % | 42,80 % | 23,86 % |
Størri tiltøk | 28,80 % | 30,08 % | 27,65 % |
Býarlív (kaffistovur, matstovur, náttarlív og tílíkt) | 24,60 % | 30,93 % | 18,94 % |
Mentan og list | 12,20 % | 13,56 % | 10,98 % |
Umhvørvi og grøn øki | 8,60 % | 10,17 % | 7,20 % |
Fornminni | 6,20 % | 5,08 % | 7,20 % |
Góð byggilist | 5,80 % | 5,51 % | 6,06 % |
Einki av hesum | 5,40 % | 4,66 % | 6,06 % |
"Samanhaldið í býnum er ekstremt gott. Tað kann ikki samanberast við nakra aðra kommunu í landinum."
Karl Johansen, borgarstjóri
Hvat heldur tú? Hvør er kulfaktorurin hjá Klaksvík?
At vera kul (cool) kann merkja, at talan er um ein áhugaverdan, hendingaríkan og fjølbroyttan bý ella bygd – stutt sagt, at talan er um eitt gott og spennandi stað.
Hvat: Kulfaktor Føroya
Hvar: í útvarpinum
Nær: Týsdagar kl. 17.05