"Húkurin er ikki einasta ímyndin av Klaksvík"

"Húkurin er ikki einasta ímyndin av Klaksvík"
Klaksvík er vorðin ein modernaður tænastubýur, staðfesta serfrøðingarnir í Kulfaktor Føroya, ið tó undrast á atkomuna til býin
Klaksvík, sum fólk flest kenna býin
Mynd: Norðoya kunningarstovan  
 
12.12.2023 - 13:43

Kulfaktor Føroya er í dag á ferð í Klaksvík saman við Sámali Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingi við sergrein í býarskipan, og Ninu Arge, sum er arkitektur og eftirútbúgvin innan býarskipan.

Sámal Matras Kristiansen heldur, at Húkurin ikki longur er einasta ímyndin av Klaksvím, nú nýggi miðbýurin í størri mun tekur skap, samstundis sum Klaksvík nú er vorðin ein modernaður tænastubýur.


 

Bæði Nina Arge og Sámal Matras Kristiansen eru á einum máli um at kósin í miðbýnum er hin rætta, og at vónandi verður hildið fram við at menna miðbýin.

 

Inn gjøgnum bakdyrnar

Nina Arge undrast tó á atkomuna til Klaksvík. Áðrenn Norðoyatunnilin kom, so var tað ein vakur siglingartúrur til Klaksvíkar.

Í dag kemur tú til býin inn gjøgnum bakdyrnar, og tað fyrsta, ið tú sært, er eitt heldur tilvildarligt vinnu- og handilsøki.

Samstundis saknar Nina eina greiðari atkomu, tá ið tú skalt finna miðbýin.

 

Vit vitja eisini í nýggja róðrarneystinum hjá Klaksvíkar Róðrarfelag, har ið vit hitta forkvinnuna, Sonju Kjølbro.

Samstundis nema bæði Nina Arge og Sámal Matras Kristiasen við týdningin av teimum bláu økinum, ið eru sjógvur og sjóvarmáli.

 

Eitt nú sigur Sámal, at størsta aktivi í Klaksvík er vágin, og at tað í størri mun eigur at verða bygt fram við vágnið, og tá er talan um íbúðir og ymiskt tænastuvirksemi.

 

Varpið kann fáa stóran týdning

Í samrøðuni við Karl Johansen, borgarstjóra, verður eitt nú nomið við trivnaðarkanningina, ið Klaksvíkar kommuna hevur gjørt, og hvørjar umstøður, ið kunnu verða betri.

 

Vit vitja eisini í nýggja mentanarhúsinum, Varpið, har ið vit hitta forkvinnuna í stýrinum, Jóhonnu Christiansen, og stjóran, Annfinnur Heinesen.

 

Bæði eru tey á einum máli um, at Varpið kann fáa stóran týdning fyri býin.

 

Jónleif er gestsins eyga

Gløgt er gestsins eyga er táttur, har ið ein tilflytari skrivar og lesur eina hugleiðing, ið viðkomandi hevur skrivað.

Hesuferð er tað Jónleif Johannesen, ið er ættaður úr Dali og búsitandi í Klaksvík, sum fær høvið at seta nøkur orð á, hvussu hann upplivir Klaksvík.

 

Í kanningini, sum Spyr.fo gjørdi fyri Kulfaktor Føroya, spurdu vit eisini hvussu ofta fólk ferðast til Klaksvíkar. 

8,2 prosent søgdu dagliga ella fleiri ferðir um vikuna. 37,6 prosent søgdu nakrar ferðir um mánaðin. 43,2 prosent søgdu eina ferð um árið ella minni.

9,4 prosent svaraðu at tey búgva í Klaksvík. Og 1,6 prosent søgdu at tey ongantíð ferðaðust til Klaksvíkar.

 

Hvussu ofta ferðast tú til hesi støð?:Klaksvík Everybody Kvinnur Menn
Dagliga ella fleiri ferðir um vikuna 8,20 % 8,05 % 8,33 %
Nakrar ferðir um mánaðin 37,60 % 36,44 % 38,64 %
Eina ferð um árið ella minni 43,20 % 43,22 % 43,18 %
Eg búgvi her 9,40 % 10,59 % 8,33 %
Ongantíð 1,60 % 1,69 % 1,52 %

 

 

 

Loading Poll...

 

 

Tú kanst hoyra Kulfaktor Føroya sendingina úr Klaksvík her:

1641238

 

Tú kanst hoyra samrøðuna við Karl Johansen, borgarstjóra í Klaksvík, í fullari longd her!

1641148

 

Tú kanst hoyra samrøðuna við Sonju Kjølbro, forkvinnu í Klaksvíkar Róðrarfelag, í fullari longd her:

1641149

 

Hvat: Kulfaktor Føroya
Hvar: í útvarpinum
Nær: Týsdagar kl. 17.05

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 24. november
Bolero - 24. november 2024
184087
Sunnudag 24. november
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
184085
Leygardag 23. november
Jambalaja - 231124
184069
Leygardag 23. november
Vikan 23. november 2024
184060
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 24. november
Stórmøti hjá Heimamissióni
184095
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015
Fríggjadag 22. november
Veðrið
184049
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982