- Tíðindi, mentan og ítróttur
Orkuískoytið fer at kosta tvær milliónir
Orkuískoytið fer at kosta tvær milliónir
Húski, sum hava lítlar inntøkur, skulu fáa møguleika at søkja um orkuískoyti
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/vlcsnap-2022-10-17-10h53m52s782.png?itok=97yZpx7Q)
Orkuískoyti verður 5.000 kr. um árið árini 2024, 2025 og 2026. (Savnsmynd)
04.12.2023 - 08:45
Landsstýrið væntar, at orkuískoytið fer at kosta tvær milliónir krónur.
Tað hevur biðið løgtingið um peningin.
Ein broyting í lógini um familjuískoyti er í trivnaðarnevndini hjá løgtinginum í løtuni.
Uppskotið er at geva húskjum, sum hava lítlar inntøkur og ongar ognir av týdningi, møguleika at søkja um orkuískoyti, 5.000 kr. um árið árini 2024, 2025 og 2026.
Í uppskotinum um fíggjarlóg fyri 2024 eru 10 milliónir og 760.000 kr. til familjuískoyti.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV