- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vágbingur ovasti í Arktisk Kommando í Føroyum
Vágbingur ovasti í Arktisk Kommando í Føroyum
- Tað hevur avgjørt sínar fyrimunir, at ein føroyingur nú er ovasti, sigur Bárður Fríði Sandá, sum er nýggi ovasti í Arktisk Kommando í Føroyum
06.02.2025 - 19:17
Arktisk Kommando í Føroyum hevur fingið nýggjan ovasta.
Talan er um 48 ára gamla Bárður Fríða Sandá, sum er ættaður úr Vági, ið nú er ovasti fyri Arktisk Kommando í Føroyum, Forbindelseselement Færøerne - stytt FEF.
Bárður Fríði Sandá hevur búð í Danmark tey seinastu 27 árini, og hann sær tað sum ein stóran heiður, at hann nú er ovasti í Arktisk Kommando í Føroyum - og samstundis tann fyrsti føroyingurin, sum er ovasti í Arktisk Kommando, sambindingarelementinum, í Føroyum, síðan Færøernes Kommando varð niðurlagt í 2012.
Bárður Sandá sigur, at tað er ein fyrimunur, at tað nú er ein føroyingur, sum er ovasti í Arktisk Kommando í Føroyum.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV