Slovan Bratislava sløkti evropiska ævintýrið hjá KÍ á Tórsvølli

Slovan Bratislava sløkti evropiska ævintýrið hjá KÍ á Tórsvølli
KÍ skuldi helst vinna dystin móti Slovan Bratislava fyri at varðveita møguleikan at vinna seg víðari í Conference League-kappingini. Tann møguleikin hvarv við 1-2 tapinum
Páll Klettskarð og hinir á KÍ-liðnum vóru nær við, men í kvøld manglaði tað síðsta.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
30.11.2023 - 19:44

Kendasta sjónvarpspersónligheitin í føroyskari miðlasøgu, Zacharias Hammer, sáli, segði altíð:  "Alt fær ein enda, og tað fær Barnaløtan eisini. " 

Evropeiska ævintýrið hjá KÍ er komið at enda, hóast tað enn restar ein dystur í UEFA Conference League bólki A á útivølli móti fronsku Lille. 

Fyri Lille hevur dysturin týdning, tí franska liðið skal vinna dystin fyri at tryggja sær fyrsta plássið í bólkinum. 

Men leikluturin hjá KÍ í Evropa í ár er nú útspældur. 

KÍ-leikararnir góvu alt og vóru til tað síðsta nær við at fáa javnleik móti Slovan Bratislava, ið kundi givið liðnum ein spinklan møguleika til at sleppa víðari.

Men tað var líka við og næstan, og endin var, at Slovan Bratislava vann 2-1. 

 

Kucka søkti KÍ

KÍ legði seg á odda í 17. minutti við einum frálíkum máli, ið avloysarin hjá Árna Frederiksberg, Mads Boe Mikkelsen, skoraði eftir framúrskarandi upplegg frá norska miðverjanum Vegard Forren. 

Forren spældi bóltin aftur um verjuna hjá Slovan Bratislava, og tá ið Mads Boe Mikkelsen varð fríur við málverjanum, so var føroyski landsliðsleikarin ísakaldur og sneiddi málverjan av, áðrenn hann setti bóltin í málið. 

KÍ var greitt omaná hesa fyrstu løtuna av fyrra hálvleiki, men sum fyrri hálvleikur leið, tók Slovan Bratislava yvir,

Í 24. minutti javnaðu slovakar, tá ið teirra besti leikari, Juraj Kucka, bleiv spældur fríur til høgru í brotsteiginum. Miðvallarin sparkaði sera sannførandi bóltin í málið, uttan at Jonatan Johansson í KÍ-málinum hevði ein líkinda møguleika at verja fyri. 

 

Flúgvandi út til seinna hálvleik

KÍ-leikararnir komu flúgvandi út til seinna hálvleik og komu beinanvegin til brúkiliga støðu framman fyri Slovan Bratislava-málið.

Men dysturin punkteraði fullkomiliga, tá ið sami Juraj Kucka so at siga burtur úr ongum skoraði til 2-1 í 62. minutti. 

Høgra síða á KÍ-liðnum svav eina løtu, og brádliga stóð Kucka púra leysur við brotsteigablettin og kundi lættliga sparka bóltin í málið. 

 

Besta føroyska fótbóltslið nakrantíð

Hóas KÍ-leikararnir gjørdu alt, sum teir vóru mentir at skora eitt mál, ið kundi fáa teir innaftur í dystin, so manglaði neyvleikin í kvøld. 

Kanska var tað Árni Frederiksberg og hansara gandakenda vinstra bein? Kanska var tað møðin eftir eitt sera langt kappingarár? Men onkursvegna manglaðu tey eyka fimm til 10 prosentini, sum KÍ hevur havt í hinum dystunum í bólkaspælinum, í kvøld. 

Vit føroyingar kunnu tó ikki annað enn takka KÍ-leikarunum og øllum kring liðið fyri nakrar fantastiskar upplivingar hetta seinasta hálva árið. 

Upplivingar, ið ongantíð verða gloymdar. 

2023-liðið hjá KÍ fer í søguna sum tað liðið, ið flutti føroyskan fótbólt longst fram á leið.

Ja, allarhelst fer hetta í søguna sum besta føroyska fótbóltsliðið nakrantíð. 


Aftast f.v.: Jonatan Johansson, Vegard Forren, Odmar Færø, Páll Andrasson Klettskarð og Jákup Biskopsstø Andreasen (liðs.)
Fremst f.v.: Deni Pavlovic (75. Johan Josephsen), Sivert Gussiås, René Shaki Joensen, Jóannes Kalsø Danielsen, Patrick Da Silva, Mads Boe Mikkelsen (65. Claes Philip Kronberg)

 

KÍ - Slovan Bratislava 1-2 (1-1)

Tórsvøllur, Tórshavn

1 - 0 M. B. Mikkelsen (17')
1 - 1 J. Kucka (24')
1 - 2 J. Kucka (62')

Gul kort
KÍ: P. Da Silva (27'), V. Forren (84')
Slovan Bratislava: M. Borjan (71'), J. Kucka (75'), K. Wimmer (83'), D. Strelec (85') og K. Savvidis (90 + 5')

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 29. november
Morgunlestur fríggjadagur 29.november 2024
184108
Hósdag 28. november
RagnarRokk 28.november 2024
183843
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 29. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184321
Hósdag 28. november
Kanst tú siga farvæl? (1:2)
184255
Mikudag 27. november
Kanst tú siga farvæl? (2:2)
184254
Mikudag 27. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184234
Mikudag 27. november
Fólksins rødd 4:4 - teknmálstulkað
184221