Starmer: Ráevnisavtala tryggjar ikki Ukraina frið

Starmer: Ráevnisavtala tryggjar ikki Ukraina frið
Slík avtala er ikki nóg góð trygd fyri, at Russland heldur seg til treytirnar í eini friðaravtalu, sigur bretski forsætisráðharrin
Bretski forsætisráðharrin, Keir Starmer.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
04.03.2025 - 11:22

Bretski forsætisráðharrin, Keir Starmer, sigur, at ráevnisavtalan millum Ukraina og USA tryggjar ikki frið.

- Ein møgulig ráevnisavtala millum USA og Ukraina er ikki í sjálvum sær nóg mikið til at veita trygd fyri friði, sum tryggjar, at Russland heldur seg til treytirnar í eini møguligari friðaravtalu í krígnum í Ukraina, sigur Starmer.

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelensky, segði fríggjadagin á fundinum við amerikanska forsetan, Donald Trump, at hann fer ikki at góðtaka eina avtalu um ráevni uttan at USA veitir Ukraina trygd. 

Donald Trump, forseti, fer í dag á fund við tættastu starvsfólk síni, eitt nú uttanríkisráðharran Marco Rubio, verjumálaráðharran Pete Hegseth og fleiri trygdarráðgevar, skrivar blaðið New York Times.

Hildið verður, at Trump og hini á fundinum skulu umrøða og møguliga taka støðu til fleiri aðar møguleikar fyri Ukraina-politikkin hjá USA frameftir.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. mars
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
188513
Fríggjadag 28. februar
Veðrið
188455
Fríggjadag 28. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188428
Fríggjadag 28. februar
Heim, kæra heim (3:3) - teknmálstulkað
188417
Hósdag 27. februar
Hvíta gullið
188389