- Tíðindi, mentan og ítróttur
Forsætisráðharrin: Ukraina fer at skriva undir avtalu við USA

Ukraina er til reiðar at skriva undir avtalu við USA um ráevni.
Tað sigur Denys Shmyhal, ukrainskur forsætisráðharri, sambært Reuters.
Ætlanin var at skriva undir avtaluna í síðstu viku, tá ið Zelenskyj var í USA, men tað var av ongum, tí fundurin millum hann og Trump endaði brádliga í hørðum orðadrátti, og Zelenskyj fór av fundinum.
Myndugleikarnir í Ukraina siga nú, at teir vilja tosa við USA um vápnahvíld.
- Vit vilja fyrst og fremst royna samráðingarvegin við USA, sigur Denys Shmyhal.
Hann metir, at ukrainski herurin megnar at halda tørn á hermótinum, hóast amerikanararnir steðga vápnastuðlinum.
Hann sigur, at landið í hvussu so er klárar seg restina av árinum.
Áður hevur Oleksandr Merezjko í ukrainska tjóðartinginum sagt, at um stuðulin heldur uppar, so er tað beinleiðis at hjálpa Putin, skrivar NRK.