- Tíðindi, mentan og ítróttur
Væntar at Zelenskyj og Trump hittast aftur
Væntar at Zelenskyj og Trump hittast aftur
Franski uttanríkisráðharrin heldur, at fæst vápnahvíld í lag, fer at bera til at meta, um Russland er sinnað at enda kríggið í Ukraina

Jean-Noël Barrot er franskur uttanríkisráðharri.
04.03.2025 - 11:20
Franski uttanríkisráðharrin, Jean-Noël Barrot, væntar, at samrøðurnar millum Trump og Zelensky verða tiknar uppaftur.
Tað skrivar Reuters-tíðindastovan.
Fleiri ríkis- og stjórnar-leiðarar í Evropa, Nato og ES vóru sunnudagin á fundi í London at tosa um m.a. vápnahvíld millum Russland og Ukraina.
Barrot heldur, at við vápnahvíld fer at bera til at meta um, um Russland er sinnað at enda kríggið.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV