Seks føroyskar fyritøkur á vinnuferð í India

Seks føroyskar fyritøkur á vinnuferð í India
Løgmaður stendur á odda fyri ferðini, sum Løgmansskrivstovan og Vinnuhúsið skipa fyri
Stóra ráðstevnan India, Nordic Baltic Business Conclave, er karmur um ferðina.
 
06.11.2023 - 13:49

Seks føroyskar fyritøkur fara við løgmanni til India seinni í mánaðinum.

Talan er um eina vinnuferð, sum eftir rætlan skal styrkja samstarvið millum vinnulívið í Føroyum og India.

Tað er serliga vinnufyritøkur innan KT-økið, sum verða við á ferðini. Tær seks fyritøkurnar eru Globe Tracker, Tjaldur, Elektron, Stýr, Nema og Green Marine Divers.

Tilsamans vera 15 fólk í ferðalagnum við løgmanni í India.

 

Aksel V. Johannesen, løgmaður, fer at halda røðu á ráðstevnuni. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Løgmansskrivstovan og Vinnuhúsið skipa fyri

Tað er Løgmansskrivstovan, sum saman við Vinnuhúsinum, ið skipar fyri almennu vinnuferðini.

Hon verður í døgunum 20. - 24. november í New Delhi. Stóra ráðstevnan India, Nordic Baltic Business Conclave, er karmur um ferðina. Tað eru Norðurlondini og baltisku londini, sum saman við India, veru umboðað á ráðstevnuni. 

Á ráðstevnuni fer løgmaður eisini at halda røðu.

Ráðstevnan varir í tveir dagar, og hinar dagarnar er annað á skránni.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 26. februar
Skratsj 26. februar 2025
188341
Mikudag 26. februar
Mono - Føroyskar perlur (3:4)
188335
Mikudag 26. februar
Morgunlestur mikudagur 26. februar 2025
187865
Týsdag 25. februar
LEITISSTEIN 25.02.2025 (Teitursa kvæði)
188282
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 26. februar
Ein søga um 45 ár
188344
Mikudag 26. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188292
Týsdag 25. februar
Veðrið
188278
Týsdag 25. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
188272
Týsdag 25. februar
Danny og bussførari
187889