- Tíðindi, mentan og ítróttur
Føroyar fáa 429 tons av lodnu í íslendskum sjógvi
Føroyar fáa 429 tons av lodnu í íslendskum sjógvi
Nýggjasta stovnsmetingin um lodnu sigur 278.000 tons

Tilmælið hjá íslendsku havstovuni um lodnukvotu er 8.589 tons, og íslendsk skip fáa 6.957 tons
24.02.2025 - 08:52
Føroyar fáa 429 tons av lodnu í íslendskum sjógvi.
Grønland fær 1.546 tons og Norra 86 tons, skrivar Morgunblaðið.
Men norsk skip sleppa ikki at fiska lodnu við Ísland, so íslendsk skip fáa helst tey 86 tonsini.
Tilmælið hjá íslendsku havstovuni um lodnukvotu er 8.589 tons.
Íslendsk skip fáa 6.957 tons og ikki, sum fyrr var sagt, 4.683 tons.
Nýggjasta stovnsmetingin um lodnu sigur 278.000 tons.
Í fjør heyst var metingin 318.000 tons.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV