Landsstýrið leggur skattalætta fram

Lyftið, at lág- og miðallønt fáa ein skattalætta, sum verður fult fíggjaður, varð givið longu í samgonguskjalinum.

Men tað hevur verið trupult at halda seinna partin av setninginum - at skattalættin skal vera fult fíggjaður.

Tí var skattalættin ikki við, tá uppskotið til fíggjarlóg varð lagt fram síðst í september.

Men í dag - meðan samfelagið sleikir sárini eftir ógvusligu orrustuna millum politisku skipanina øðrumegin og fakfelagsrørsluna hinumegin - leggur landsstýrið sín skattalætta og skattaumskipan fram á tíðindafundi í Tinganesi.

Er kopiera