
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Í myndum: Snildfonin er snild í spentu støðuni
Í myndum: Snildfonin er snild í spentu støðuni
Snildfonin og netið eru mest nýttu amboðini, nú øll sita sum á nálum í løgtinginum, sum leggur seg út í verkfallið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum
02.11.2023 - 18:30
Løgtingið viðger í løtuni uppskotið um at seta í gildi lóg um undantøk í verkfallinum hjá sjúkrarøktarfrøðingunum.
Samgongan og Sambandsflokkurin standa saman um uppskotið, ið sær út til at verða samtykt.
"Lív og heilsa eru í vanda," staðfesti løgmaður.
Felagið føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar herdi annars verkfallið, tá ið uppskotið kom í løgtingið fyrr í dag.
Støðan er og hevur verið spent í løgtinginum í allan dag, har øll sita sum á nálum við snildfonunum í hondunum.
Myndir: Bjarni Árting Rubeksen
|