Á Breddanum: Verkfallið og fíggjarliga sperdar familjur

Á Breddanum: Verkfallið og fíggjarliga sperdar familjur
Tvey evni eru í sendingini í dag
Í gjár vóru tríggjar vikur farnar, síðani verkfallið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum byrjaði. Og framvegis røkist einki fyri nakrari loysn. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
24.10.2023 - 09:17

Verkfallið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum tók aðra vend í gjár, tá ið Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar boðaði frá, at tey, sum hava undantak at vera til arbeiðis, skulu fáa yvirtíðarløn.

Landsstýriskvinnan í fíggjarmálum vildi í gjár ikki siga, um limirnir fáa tað, og landssjúkrahúsið vísir til fíggjarmálaráðið, men hvat merkir hetta kravið fyri sjúkrahúsverkið?

 

Hjálparpakki

Hjálparpakkin sum landsstýrið samtykti í mars,  er bara galdandi til 1. januar.

Hetta má broytast, tí fólk fáa ikki endarnar at røkka saman, sigur Samtak, sum vil hava landsstýrið at samtykkja ein nýggjan hjálparpakka til sperdar familjur.

Vit tosa við umboð fyri fakfeløgini og landsstýriskvinnuna í almannamálum.

Breddin í útvarpinum klokkan 10. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV