Ein prísur fyri allar føroyingar og ein fyri útlendingar

Ein prísur fyri allar føroyingar og ein fyri útlendingar
Prísskipanin, sum Dennis Holm, landsstýrismaður, ætlaði at seta í verk á Strandferðsluni, verður broytt
Nú er greitt, at munur verður ikki gjørdur á føroyingum, tá teir ferðast við Strandferðsluni, sama um teir búgva á meginlandinum ella í útoyggj. (Savnsmynd)
 
10.10.2023 - 13:46

Munur verður ikki gjørdur á føroyingum, tá teir ferðast við Strandferðsluni. Harumframt kemur ein avsláttarskipan í gildi.

Men hildið verður fast við, at útlendingar skulu rinda meira fyri ferðaseðilin.

Tað er úrslitið av samráðingunum í samgonguni, síðani Karlot Hergeirsson í Framsókn hótti við misáliti á Dennis Holm, landsstýrismann.

 

Dennis Holm er landsstýrismaður í samferðslumálum.

 

Fríggjadagin kunngjørdi landsstýrismaðurin eina nýggja prísskipan, sum segði, at oyggjabúgvar skuldu rinda minni, men aðrir føroyingar skuldu rinda meir. Og útlendingar skuldu rinda uppaftur meira fyri ferðaseðilin.

Síðani hava fundir verið í samgonguni, og fyrrapartin hevði Dennis Holm fund við samgonguumboðini í vinnunevndini um málið. Og nú er greitt, at prísskipanin verður broytt.

Hoyr samrøðu við Dennis Holm í útvarpstíðindunum: 

 

10102023_Dennis_og_ferdasedlaprisir

 

 

 

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Fríggjadag 31. januar
Morgunlestur fríggjadagur 31.januar 2025
186660
Hósdag 30. januar
RagnarRokk 30.januar 2025
185774
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109