- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ber illa til at siga, hvussu nógv verður boðið út

Verri enn so øll innkeyp hjá landinum eru skrásett soleiðis, at til ber at siga, hvussu stórur partur er boðin út.
Bara útboð á Keypsportalinum og umbiðin undantøk eru skrásett á Keypsportalinum.
Í 2022 vóru 48 útboð á Keypsportalinum, í 2023 vóru 41, og í fjør vóru aftur 48 útboð á Keypsportalinum.
Smærri keyp vera avgreidd sum tilboðsfyrispurningar. Teir eru ikki skrásettir hjá Keypsportalinum.
Fíggjarmálaráðið og Gjaldstovan hava tó eina greiða fatan um, at meira kundi verið boðið út.
Tað sigur Ruth Vang, landsstýriskvinna, í svari til Bárð á Lakjuni, løgtingsmann.
Keypa fyri tvær milliardir
Hon sigur, at landið keypir vørur og tænastur fyri slakar tvær milliardir krónur um árið.
Ruth Vang sigur, at tað er greitt, at tá stovnar landsins bjóða út vørur í kapping, gjøgnum útboð ella tilboðsfyrispurning, eru royndirnar aloftast sera góðar.
Nógv nógv dømi eru um stovnar, sum hava fingið vørur og tænastur nógv bíligari á tann hátt.
Arbeitt verður við at dagføra Keypsportalin, so meira verður boðið út.
Hetta arbeiðið verður eftir ætlan skjótt liðugt, sigur Ruth Vang.